Mítt navn er Jóhanna Syderbø Grúkaskarð og eg stilli upp á lista D til løgtingsvalið 8. desember. Eg eri 39 ára gomul, gift við Símuni Grúkaskarð av Viðareiði, og vit eiga tvey børn. Eg eri útbúgvin heilsuhjálpari og heilsurøktari frá Heilsuskúla Føroya í Hovi. Í 2021 stovnaði eg mína egnu fyritøku, Fjálga, tí eg sá ein tørv hjá borgarum, sum landið og kommunurnar ikki nøktaðu.
Eg havi valt at stilla upp, tí eg veruliga ynski at gera ein mun. Í okkara landi eru vit so heppin, at vit hava umboðandi fólkaræði, har øll við valrætti kunnu velja eitt umboð, sum umboðar teirra sjónarmið og tankar.
Heilsuhjálparfelag Føroya hevur umleið 800 limir, og Heilsurøktarfelagið hevur umleið 350 limir. Tí undrar tað meg, at vit ikki oftari síggja heilsuhjálparar og heilsurøktarar á vallistunum og á tingi. Um vit innan okkara øki ynskja betri umstøður bæði til starvsfólk og borgarar, mugu vit velja fólk, sum umboða okkara sjónarmið og tankar.
Millum annað hevur eldraøkið í nógv ár ikki verið nóg høgt raðfest, og í dag er støðan so ring, at starvsfólkatrotið er hættisliga høgt, og likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið er als ikki nøktandi. Hetta hava vit “á gólvinum” varpað ljós á í mong ár, og til hvørt val verður eldraøkið brúkt til valagn, men støðan bara versnar.
Eg valdi at stilla upp fyri Sjálvstýrið, tí eg meti, at bestu loysnirnar eru at finna á miðjuni. Í alt ov nógv ár hava vinstra og høgra togtogast annaðhvørt valskeið, og úrslitið er, at vit koma nærum ongan veg. Vit eiga at gera breiðar politiskar semjur í føroyskum poiltikki, tvørtur um miðjuna. Vinnulívið hevur brúk fyri vælferðarsamfelagnum og vælferðarsamfelagið hevur brúk fyri vinnulívinum.
Tí vil eg heita á avvarðandi, tey gomlu og starvsfólk innan eldraøkið um at fara á val 8. desember og velja ein heilsurøktara á ting. Eg fari so ikki at gloyma okkum aftaná valið!
Eg ynski at verða tykkara rødd á tingi. Veljið ein heilsurøktara á ting!
Jóhanna Syderbø Grúkaskarð
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri