Sjálvstýri aftur á tingi

Eftir góð trý ár uttanfyri vann Sjálvstýri hósdagin 26. mars 2026 aftur sæti á tingi – eitt týðiligt tekin um, at veljarin vil broyting.

Kæru sjálvstýrisfólk

Við tykkara hjálp eydnaðist Sjálvstýri at vinna sæti aftur á Føroya Løgtingi – og tað stórt!

Hetta er ikki bara ein sigur fyri Sjálvstýri sum flokk, men ein greið ábending um, at nógv ynskja eina aðra kós, meira rættvísi, betri møguleikar fyri vanlig fólk og eitt samfelag fyri øll.

Vit fara nú at arbeiða miðvíst fyri teimum broytingum, sum vit hava sett fram í stevnu- og valskrá Sjálvstýrisins.

Takk fyri hvørja einastu atkvøðu.

Takk fyri álitið. 🩷

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *