Ein serlig ólavsøka fyri Sjálvstýri

Tingmaður floksins, Sámal Petur í Grund, lýsti tað sum eina fantastiska kenslu aftur at vera við í ólavsøkuskrúðonguni. Tað var ikki bert ein hátíðarlig løta, men eisini ein sjónlig staðfesting av, at Sjálvstýri aftur hevur fingið sæti og rødd á Føroya Løgtingi.

Ólavsøkan savnar okkum um søgu, mentan og fólkaræði. Fyri okkum í Sjálvstýri varð henda ólavsøkan eisini ein áminning um, at politisk umboðan ongantíð kann takast fyri givið. Hon krevur áhaldni, trúfesti og álit frá veljarunum.

Vit eru takksom fyri at vera aftur. Samstundis kenna vit ta ábyrgd, sum fylgir við álítinum. Nú ræður um at nýta sessin væl – til frama fyri fólkið, fyri fólkaræðið og fyri menningina av Føroyum sum sjálvstøðugari tjóð.

Mynd: Marna í Grund

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *