Skrúðgongan á ólavsøku í ár var heilt serlig fyri Sjálvstýri, tá okkara umboð aftur taldist millum tingfólkini. Eftir eina tíð uttan fólkavald umboð hevur flokkurin megnað at fóta sær aftur og er nú umboðaður bæði kommunalt og á løgtingi. Nú er málið at byggja víðari og fáa fleiri fólk vald inn kring landið.
Sjálvstýri misti tingsessin á valinum í desember 2022. Og tá Jógvan Skorheim, býráðslimur í Klaksvíkar býraði, í mars 2024, tók seg úr flokkinum og fór upp í Fólkaflokkin, hevði Sjálvstýri einki fólkavalt umboð. Hetta broyttist í januar 2025, tá Sylvia Thomsen tók sæti í Klaksvíkar býráð fyri Sjálvstýri.
Á løgtingsvalinum í mars 2026 tók flokkurin enn eitt stórt stig framá. Sámal Petur í Grund varð valdur á ting, og Sjálvstýri fekk aftur rødd og umboðan á Føroya løgtingi.
Eftir at tingið varð sett á ólavsøku, hittust bæði okkara fólkavaldu umboð, Sylvia Thomsen og Sámal Petur í Grund, uttan fyri tinghúsið – bæði í okkara vakra tjóðbúna.
Myndin minnir okkum á, at Sjálvstýri hevur megnað at fóta sær aftur. Við áhaldni, trúgv á okkara virðir og við góðum kreftum kring landið, hava vit aftur fingið fólkavald umboð bæði kommunalt og á løgtingi.
Vit eru errin og takksom fyri álitið, sum veljararnir hava víst okkum. At vit aftur hava fólkavald umboð bæði kommunalt og á løgtingi, gevur okkum áræði og styrki til at halda fram.
Nú hyggja vit frameftir. Málið til komandi valini er at styrkja Sjálvstýri enn meira og fáa fleiri fólk vald inn kring landið, so okkara hugsjónir og politikkur fáa eina sterkari rødd – bæði í kommununum og á Føroya løgtingi.
Mynd: Sólborg í Grund Bøgesvang
