Stórur ójavni í barsilsskipanini

Tað er stórur vandi fyri, at kvinnur, sum eru undir útbúgving ikki fáa eitt oyra úr barsilsskipani tí at tær ikki hava havt eina inntøku áðrenn tær áttu, vísti Sámal Petur í Grund á undir viðgerðini av løgmansrøðuni.

Sámal Petur í Grund, tingmaður fyri Sjálvstýri, heldur at tað manglar nakað grundleggjandi við barsilsskipanini.

Upphæddin, sum verður goldin úr barsilsskipani verður ásett eftir, hvussu góð inntøkan var áðrenn kvinnan varð við barn. Kvinnur við góðum inntøkum, fáa høgt gjald úr barsilsskipanini, men hinvegin fáa kvinnur, sum onga inntøku hava havt, einki barsilsgjald.

Les meira hjá Dimmu:

Álvur Haraldsen tók myndina.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *