Fullur setanarbrøkur eitt krav

Heilsu- og umsorganarstørv skulu fáa møguleika og rætt til fullan setanarbrøk

 
Hyggur tú eftir starvslýsingunum til fleiri heilsu- og umsorganarstørv, sært tú sjáldan starvslýsingar við fullum brøki. Meira sjáldsamt er tað, at almenna fyrisitingin lýsir eftir størvum við niðursettum setanarbrøki.

Innan eldraøkið er miðal arbeiðstíðin lág, og lutfallið ímillum ársverk og starvsfólk er bert 0,6. Orsøkirnar til, at fá starvsfólk hava fullan setanarbrøk eru uttan iva fleiri.

Sjálvandi eru tað nøkur, sum ikki orka ella ynskja at arbeiða meira. Nógv starvsfólk eru eldri, og normeringin hevur ikki fylgt við røktartyngdini síðstu mongu árini, so arbeiðsumstøðurnar eru mangan tungar bæði likamliga og sálarliga.

Harumframt er arbeiði í skiftisvaktum sera krevjandi, og um ein skal fáa neyðugu hvílitíðina ímillum vaktirnar, er tað nærum ógjørligt at arbeiða 40 tíma viku í skiftandi vaktum. Onnur velja at arbeiða parttíð, tí hetta hóskar best til teirra familjulív, og tað er gott, at tað letur seg gera hjá teimum.

Men ein onnur orsøk er, at starvsfólkini ikki sleppa upp í tíð. Eg havi ofta upplivað, at kvinnur arbeiða fimm dagar um vikuna, men kortini er starvsbrøkurin niðursettur. Hetta kemst av, at vaktirnar eru styttar orsaka av sparingum ígjøgnum tíðina. Fleiri ellisheim hava vaktir á 4, 5, 6 og 7 tímar, sum verða býttar ímillum starvsfólkini. At missa ein tíma um dagin ljóðar møguliga ikki av nógvum, men hvat hevur hetta at siga í eitt ár ella enn longri tíðarskeið? Og um hetta er rætti mátin at spara, hví tekur man so ikki eisini ein tíma av størvunum innan almenna fyrisiting?

Um vit taka eitt dømi við einum tímaløntum heilsurøktara á hægsta lønarstigi 24, so er vanliga tímalønin 171,49 kr. Um hesin heilsurøktarin arbeiðir fullan brøk í eitt ár, har hann hevur frí í 5 vikur, sær eitt sera einfalt roknistykki soleiðis út:

Arbeiðir 47 vikur
Summarfrí 5 vikur


Heilsurøktarin arbeiðir bara dagvaktir mánadag til fríggjadag á 8 tímar:


40 tímar x 171,49 kr. = 6.859,60 kr. um vikuna
47 vikur x 6.859,60 kr. = 322.401,20 kr. um árið

Heilsurøktarin arbeiðir bara dagvaktir mánadag til fríggjadag á 7 tímar:

35 tímar x 171,49 kr. = 6.002,15 kr. um vikuna
47 vikur x 6.002,15 kr. = 282.101,05 kr. um árið

Í hesum sera einfalda roknistykkinum, har hædd ikki verður tikið fyri frítíðarløn, kvøldar-, náttar-, sunnu- og halgidagsviðbótum, missir heilsurøktarin, sum arbeiðir 5 tímar á 7 dagar um vikuna, 40.300,15 kr. um árið áðrenn skatt. Heilsurøktarin missir sostatt meira enn eina mánaðarløn um árið orsaka av, at vaktirnar eru 7 tímar. Um vit falda hetta við 5 ár, so hevur heilsurøktarin mist 201.500,75 kr. áðrenn skatt ígjøgnum 5 ár. Hetta eru ikki smápengar hjá láglønarbólkum at missa orsaka av, at teir ikki sleppa at arbeiða 8 tímar um dagin.    

Hóast eldraøkið er kommunalt, vil eg arbeiða fyri, at landið verður ein viðleikari til at betra um arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, og mítt ynski er, at:

– Normeringin eigur ikki at vera støðug, men skal fylgja røktartyngdini, soleiðis at heilsu- og umsorganarstarvsfólk megna at arbeiða fulla tíð.

– Arbeiðsvikan hjá teimum, sum arbeiða skiftisvaktir, skal styttast beinanvegin, soleiðis at heilsu- og umsorganarstarvsfólk, sum arbeiða í skiftandi vaktum kunnu arbeiða fullan brøk.

– Heilsu- og umsorganarstarvsfólk skulu fáa rætt til 8 tímar hvørja vakt og harvið fullan setanarbrøk, um tey ynskja tað.

Eg fari at arbeiða fyri, at heilsu- og umsorganarstarvsfólk fáa fullan setanarbrøk.

Jóhanna Syderbø Grúkaskarð

Heilsurøktari og valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *