Fíggjarlig finta – bílig ferðing og Suðuroyartunnilin

Saman tí standið og takið fast lógvatak til frama fyri Føroya í dag og í eftirtíðini

• Munagóður lætti hjá lágløntum

• Avtøka av ferðagjaldi í Vágatunlinum og Norðoyartunlinum (viðlíkahaldstrygd er umfatað)

• Frá 75 krónum niður í 45 krónur – Eysturoyartunnilin

• Binda Suðuroy og Skúvoy til meginøkið

Yvirskipað er ætlanin at stovna ein samferðslugrunn, sum verður mentur í umlegging av brúkaragjaldi, og hartil ætla vit at lofta lækkanini í ALS-gjaldinum, sum annars fellur aftur í løntakarans lumma. Hetta eru lítlar peningaupphæddir, sum lønmóttakarin ikki merkir stórvegis.

Stutt um brúkaragjøld – 1. tekniskur partur

Øll, ið rinda brúkaragjøld, skulu javnsetast

Vit skulu umleggja brúkaragjaldsskipaninia frá føstum brúkaragjaldi til eitt fast prosenttal.

Forvinnur tú 10.000 krónur mánaðarliga, rindar tú 9,81 % av løn tíni í ymiskum brúkaragjøldum – sum dømi kunnu nevnast brúkaragjøld til Heilsutrygd og miðla-/KvF-gjald.

Framyvir skal tú rinda 6,29 % av løn tíni í brúkaragjaldi. Hetta er ein lønarhækkan áljóðandi 2,52 %.

Forvinnur tú 70.000 krónur um mánaðin, svarar hetta til áleið 6 % í brúkaragjaldi. Framyvir vilja vit hava, at tú rindar 6,29 % av lønini í brúkaragjaldi.

Øll, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, rinda hesi avgjøld. Arbeiðsgevarin rindar hetta, áðrenn tú fært lønina, og tú rindar hetta, við útgjald.

Okkara ætlan er, at øll skulu javnsetast og rinda sama prosentstig í brúkaragjaldi. Vit ætla at leggja prosentstigið á 6,29 % av lønini – bæði arbeiðsgevari og abeiðstakari.

Ágóði hjá tunlunum fyrsta árið: 136 milliónir krónur

Stutt um lækkað ALS-gjald – 2. tekniskur partur

ALS-stýrið mælir til inngjaldslækkan, sostatt er hetta ein meting, sum ALS hevur gjørt grundað á búskaparlig samfelagsviðurskiftir

One small step for man, one giant leap for mankind

ALS hevur mett, at ALS-gjaldið skal lækkað við 0,2 %, sum fella aftur í arbeiðstakarans lumma. Hetta er sera lítil peningaupphædd fyri løntakarin, men sera nógv fyri samfelagið – og so er samhaldsfast.

Um lønmóttakarin fær inngjaldslættan, svarar lættin til tølini niðanfyri:

Hesin lættin, sum lítið merkist hjá lønmóttakarinum, svarar til 39 milliónir krónur fyrsta árið, og áleið 443 milliónir krónur í 10 ár.

Fyrivarni er tikið fyri, at barnsburðarfarloyvisgjaldið hækkar við 0,03 % – og tað er mótrokna í tølunum.

Nágreiniligari kunning, strikumundir, kurvar og útrokningar finnast á leinkjuni niðanfyri:

Hvat er at spara í longdini

Enn er eingin rættulig linjuføring fingin til vega undir Suðuroyarfjørði, tí mugu vit hava fyrivarni við, at tølini kunnu broytast

Sjóleiðirnar, Sildberin, Herjólfur og Smyril, kosta áleið 113,5 milliónir krónur í rakstri árliga. Landsverk metti í ár 2017, at Suðuroyartunnilin kostaði áleið 23 milliónir krónur í árligum rakstri – sostatt eru 90 milliónir krónur at spara við tunnilsloysnini hvørt ár.

Vit kunnu ímynda okkum, at vit leggja íløgur í eitt sethús, har tað verður bjálvað, styrkt og fulriggað við rakstrarbíligari orkuloysn – sum eisini er grøn. Hetta er tað Føroyar, sum vit stremba eftir (fíggjarligt og trivnaðarligt haldføri).

Smyril bjóðar tær til stóra føðingardagsveitslu í ár 2035, tá hann rundar 30 ferðir um sólina

Í føðingardegnum kann verða bjóðað gott samlag, sólskin, vakurt útsýnið og ein góður døgurði. Eisini kann verða bjóðað rull, sjóverk og avlýsingar. Vit vita tó, at tað melda seg færri og færri kenningar Smyrilsins til hansara føðingardag, tí grannarnir í Suðuroy fækkast alsamt. Tó eru nógv, sum búgva í summarhúsum á leiðini, har Smyril heldur til.

Skemtligar hugleiðingar til viks. Vit kunnu hátíðarhalda Smyrilsins føðingardag við rokning áleið 1 milliardir krónur fyri ein nýbygning (politiskt darv), ella vit ragga okkum á og lata landsveg avloysa okkara góða gamla Smyril.

Peningaflóðin (inflatiónin) veksur støðugt, og tað er ikki bíligt at umráða seg ov leingi. Munurin á rakstrarkostnaðinum skal gjaldast hvørt ár – 90 milliónir krónur.

Landsvegur (Suðuroyartunnil) skal gerast, tí skuldi tað verðið lagamanni at farið í holtur við Suðuroyartunnilin stundisliga fyri at bera okkum undan at rinda áleið 1 milliard krónur fyri nýggjan Smyril í bíðitíðini – ja, og so ein dýrkaðan tunnil seinni.

Status Quo

Status quo er afturgongd

Vit mugu javnseta suðuroyingar og skúvoyingar við aðrar føroyingar.

Ørkymlandi tøl vísa, at í ár 1950 búðu 6.268 suðuroyingar í Suðuroy, og í dag búgva 4.603 suðuroyingar í Suðuroy. Í ár 1950 búðu 5.607 fólk í Tórshavn.

Tað er tórført at ímynda sær, at tað búðu 661 fleiri íbúgvar í Suðuroy enn i Tórshavn um hetta mundi.

Fólkaminkingin í Suðuroy frá ár 1950 til í dag svarar til 9 fólk fleiri enn fólkatalið Tórshavn í ár 1901, tá talið var 1.656 fólk í Tórshavn.

Eisini er stór og avlagandi afturgongd at hóma, tá umræður útoyggjar – millum annað í Skúvoy.

Skúvoy skal sjálvandi knýtast uppí samferðslukerv Føroyalands. Ein slíkur landafrøðiligur minniluti skal ikki – um Sjálvstýrisflokkurin situr róðursbundin (í samgongu) eftir valið – verða við sviðusoð.

Vit skulu byggja Føroyar út og fáa meira landøkið undir okkum við at knýta landsins suðurøki uppí meginøki.

Allir føroyingar skulu hava javnbjóðis møguleikar at búgva heima og útbúgva seg, starvast á samognarliga arbeiðsmarknaðinum og nýta almennar tænastur, sum ikki eru at finna í Suðuroy og á útoyggj.

Við sjálvstýriskvøðum

Kristin Michelsen – Løgtingslimur

Sámal Petur í Grund – Floksformaður

Andrias Jacobsen – Landsnevndarformaður

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *