Á ymisku ansingarstovnunum kring landið starvast hjálparfólk, ið virka undir truplum korum. Ein av trupuleikunum er setanarviðurskifti. Hjálparfólk verða ikki sett í fast starv og mugu ta ótryggu og eyðmjúku gongd at søkja sama starv ár eftir ár. Hetta er deils óvirðiligt og deils ótrygt. Ein og hvør, ið hevur biðið um lán frá einum banka veit, hvussu týðandi tað er at hava fast starv; tað ber mest sum ikki til at fáa játta lán uttan fast starv.
Oman á hetta kemur aftrat, at hjálparfólk eru eitt av lægst løntu arbeiðsfólkum í landinum. Ætlanin er, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar, meðan 1/3 skal vera hjálparfólk. Sum nú er, er tað júst øvugt, og hevur hetta við sær, at hjálparfólk gera stórt sæð sama arbeiði sum námsfrøðingarnir.
Av tí at námsfrøðingar mangla mest sum allastaðni á ansingarøkinum, serstakliga har fólk við serligum tørvi eru, gerst hesin námsfrøðiligi arbeiðsmarknaður líkur einum sjálvtøkuborði fyri námsfrøðingarnar – hetta skal ikki síggjast sum atfinning mótvegis námsfrøðingunum – men tað er skipanin og tørvurin, sum skapar hesar umstøður.
Fáu námsfrøðingarnir og mognu skiftini av starvsfólkum, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, skapar eisini órógv fyri bæði starvsfólk og búfólk, tí búfólkini javnan mugu læra nýggj starvsfólk at kenna. Álit og tryggleiki mennist yvir tíð millum stravsfólk og búfólk, og eru mongu skiftini av starvsfólkum tískil ógvuliga óheppi.
Hendan gongdin má broytast. Lutfallið millum námsfrøðingar og hjálparfólk má viðgerðast; og normering, setanartreytir eins og lønarlag má eisini endurskoðast við bata í huga.
Ein annar trupuleiki er eisini, sum viðvíkur ófaklærdum fólki. Hesi fólk hava ring útlit fyri framgongd og hægri løn, tí tey eru ófaklærd. Tey eru ofta í 40- og 50-árunum og hava kanska ov stórar fastar útreiðslur til at hugsa um lærupláss ella aðra skúlagongd. Nógv av hesum ófaklærdu hava hollan kunnleika og drúgvar royndir teirra arbeiðsøki vegna mong ár í arbeiði. Sjálvstýri vil arbeiða fyri, at hesum fólki stendur í boði at fáa neyðuga ástøðiliga partin til teirra starv, soleiðis, at tey eftir stutta tíð kunnu hava eina veruliga útbúgving innan teirra væl kenda og tænta arbeiðsøkið.
Við Sjálvstýris kvøðu
X við Andrias Jacobsen