Suni á Dalbø stillar upp fyri Sjálvstýri

Suni á Dalbø bjóðar seg fram sum valevni fyri Sjálvstýri á komandi løgtingsvali. Suni hevur áður verið spurdur um at stilla upp fyri Sjálvstýri, men helt seg tá vera ov ungan; og hetta er eftir hondini 24 ár síðan, so vit eru fegin um, at Suni á hesum sinni er sinnaður at stilla upp fyri Sjálvstýri.

Suni á Dalbø er 55 ár og hevur lisið cand. scient. soc. á Aalborg Universiteti og hevur drúgvar arbeiðsroyndir m.a. í Danmark og í Grønlandi, har hann eisini hevur arbeitt við ymiskum verkætlanum.

Hjartamálini hjá Suna eru at arbeiða fyri teimum veiku og minni mentu í samfelagnum, men sanniliga eisini brennur hann fyri at skapa góðar virkiskarmar og fortreytir fyri teimum ágrýtnu og virkisfýsu.

Sjálvstýri fegnast um og hevur álit á, at Suni fer at vera eitt gott valevni til komandi løgtingsval.