Føroyingar skulu hava minst líka góð lønarkor í fiskivinnuni sum útlendingar. Fiskivinnan á landi er eins týdningarmikil, sum fiskivinnan á sjónum. Tí mugu lønarviðurskiftini hjá arbeiðarunum í fiskivinnuni tryggjast við fullara arbeiðsviku. Tað hevði eisini tikið burtur ójavnan, sum vit hava hoyrt um í seinastuni. Eisini hevði tað hjálpt til, nú inflasjónin rakti so meint.
Tað er umráðandi, at vit í okkara fiskivinnu á landi hava fólk við royndum, sum vilja støðast á virkjunum. Men tað er trupult hjá nógvum, tí hvørja ferð fiskaloysi er, so detta tey í Arbeiðsloysisskipanina, har tey ikki fáa fulla løn útgoldna.
Fiskavirkisskipanin broytast
Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum. Stuðulin, sum er 80% av útrokningargrundarlagnum roknað frá seinastu 12 mánaðunum, er ásettur í løgtingslóg um arbeiðsloysisstuðul.
Skipanin skal tryggja starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.
Tað er ikki rætt, at fólk í okkara høvuðsvinnu skulu hava so ótrygg lønarviðurskifti. Tí fari eg at arbeiða fyri, at tey, ið arbeiða í fiskivinnuni á landi, verða vird lønarliga á tí støði, sum tey veruliga eru verd fyri samfelagið.
Rúna Sivertsen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri