Rúna er 67 ára gomul og hevur verið virkin í politikki síðan ár 1990. Hon er útbúgvin sosialráðgevi og starvast hjá Barnaverndartænastuni í Tórshavnar Kommunu.
Rúna stillaði upp á fyrsta sinni í ár 1994 og sat á tingi frá ár 1996 til ár 2002. Hon er gift við Birgiri Sivertsen, og eru tey búsitandi í Ánunum, Klaksvík. Tey eiga fimm børn og 10 barnabørn.
Vit fegnast um, at Rúna stillar upp fyri Sjálvstýri