Mótrokningin í pensjónini skal burtur

Eitt av mínum málum á tingi verður at arbeiða fyri, at mótrokningin í pensjónini verður strikað. Tað fer at skaffa okkum fleiri hendur á eldraøkinum og øktar skattainntøkur í landsskassan. 

Eldraøkið er undir ógvusligum trýsti. Starvsfólk mangla, arbeiðstrýstið er stórt og bíðilistarnir til eldrabústaðir vaksa.

Samstundis sigur lógin, at eldri fólk ikki skulu búgva undir ósámiligum korum, og at tey hava rætt til neyðuga heimahjálp. Men veruleikin er, at mong fáa ikki ta hjálp, teimum tørvar.

Nú mugu vit í gongd við at tosa um loysnir, heldur enn bara at lýsa trupulleikarnar.

Tann skjótasta, lættasta og bíligasta loysnin er at taka mótrokningina í pensjónunum burtur hjá teimum, sum vilja arbeiða á eldraøkinum eftir pensjónsaldurin.

Vit hava bæði sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, sum eru farin um pensjónsaldur, sum fegin vilja arbeiða. Men tey kenna eisini sítt viðri og fara sjálvsagt ikki at arbeiða, um tað ikki lønar seg. Tað er júst soleiðis, tað kennist, tá ein verður mótroknað í pensjónini, ið longu er ein vunnin rættur ígjøgnum eitt langt arbeiðslív. Tí ansa tey væl eftir, at pensjónin ikki verður mótroknað. Úrslitið er, at nógv fara ikki til arbeiðis, hóast tey væl orka.

Um vit taka mótrokningina burtur, so fáa vit beinanvegin feiri fólk til arbeiðis. Trýstið á verandi starvsfólk minkar. Tørvurin á dýrum útlendskum vikarum minkar. Skattainntøkan økist.

Mistu inntøkuna í mótrokningini í pensjónini, fáa vit innaftur í øktum lønarskatti. Hetta roknistykkið vendir positivt, ikki bara fyri starvsfólkini, men eisini fyri landskassan.

Hetta krevur ikki nakra drúgva kanning ella bygnaðarbroytingar. Broytingin krevur einans politiskt dirvi og vilja at handla nú.

Sylvia Thomsen

Valevni fyri Sjálvstýri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *