Skútan má vendast

Við rættvísari skattapolitikki, betri kørmum fyri vinnu og landbúnað og sterkari samhaldsfesti vil Sjálvstýri savna fólkið, rætta kósina og minka um gjónna millum rík og fátøk.

At tað er neyðugt við einum skifti á løgtingi, og í føroyska samfelagnum sum heild, kann ikki verða nakar ivi um.

Vit hava síðani seinasta val upplivað eitt løgting, sum nærum hevur verið í stríð við seg sjálvt, og kann tað ongantíð náa einum bjørtum máli.

Hesi viðurskifti, saman við atgerðarloysi, hava ført til, at gjógvin millum miðal- og láglønt øðrumegin og vælbjargaði hinumegin helst er blivin størri enn hon hevur verið nakrantíð.

Hetta førir til sundurlyndi í fólkinum og eitt fólk, sum ikki stendur saman og missir sína styrki sum fólk.

Arbeiðarafjøldin eigur ongan góðan og uttan eina arbeiðarafjøld, sum følir seg eitt við alt fólkið, so fara nógv virði fyri skeyti.

Pensionistanir føla seg sum ein marginaliseraðan bólk, sum framvegis verða mótroknað í veitingum, um tey ynskja at rætta samfelagnum eina hond.

Einasta, sum henda samgongan hevur gjørt fyri at bøta um korini hjá pensionistunum, er at koma við uppskoti um at hækka pensiónsaldurin, soleiðis at pensionistanir harvið gerast færri.

Tey ungu, sum skulu seta búgv í samfelagnum hava avmarkaðar møguleikar fyri tí, millum annað við tað, at útboðið er avmarkað og prísirnir hareftir.

Klárar komandi ættarliðið ikki at seta búgv og samstundis hava rímulig fíggjarlig kor, so minkar barnatalið og framtíðarhaldføri gerst verri og verri.

Sjálvstýri vil venda gongdini

Sjálvstýri vil taka tøk fyri at rætta skútuna uppaftur!

Sjálvstýri vil taka tøk saman við teimum sum verunliga hava brúk fyri tí!

Alt avgerandi fyri at rætta skútuna uppaftur er, at gjógvin millum samfelagsbólkanar blívur minni, so at vit kunnu standa saman sum eitt fólk.

Tað vilja vit gera við at gera broytingar í skattaviðurskiftunum, soleiðis at alt okkara fólk fær innrættað seg í einum samfelagi, har øll fáa lut í vælferðini.

Vinnan og arbeiðarin, sum skapar fortreytir fyri vinnuni, mugu hava felags mál, virðing og forstáilsi fyri hvørjum øðrum.

Landbúnaðurin hevur ongan góðan, tvørturímóti hava aktøranir á landbúnaðarøkinum verið úti fyri ágangi frá sitandi samgongu.

Landbúnaðurin má fáa optimalar fortreytir fyri at virka, soleiðis at vit kunnu gerast meira sjálvbjargin. Eisini her er tað umráðandi, at aktøranir føla seg virdar og respekteraðar.

Øll vinnan sum hon er má rekast soleiðis, at samljóð er millum leiðslu, starvsfólk og arbeiðaran, sum ger at vinnan yvirhøvur fær virkað.

Sjálvstýri setur fokus á fólkið og mentan okkara sum føroyingar.

Vit koma at lata hoyra meira frá okkum fram til valið um hvat politikkur okkara er, og hvørji átøk vit hava ætlan um at fremja.

Hevur onkur hug at hoyra meira um okkara politik, tað verið seg arbeiðspláss, skúlar, feløg, stovnar ella líknandi, so koma vit fegin. Tað er bara at seta seg í samband við okkum ella eitt av valevnum okkara.

Vit ynskja øllum, og gera alt fyri, at vit fáa, eitt gott val hin 26.mars 2026

X við D

Sámal Petur í Grund
formaður í Sjálvstýri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *