Tak yvir høvdið

Fremsta málið hjá Sjálvstýri er at betra um fíggjarligu korini hjá lág- og miðalløntum. Vit fara at lækka lønarskattin og seta í verk onnur málrættað tiltøk, so vanlig fólk fáa møguleika at eiga ella leiga ein bústað, tey hava ráð til, uttan at noyðast at flyta ferð eftir ferð.

Ein tryggur bústaður er ikki ein luksusvøra, men ein grundleggjandi fortreyt fyri einum tryggum lívi. Hetta er serliga avgerandi hjá barnafamiljum, men eisini hjá støkum – bæði við og uttan børn – sum í dag hava trupult við at finna hóskandi bústað til ein rímiligan prís.

Og skulu vit megna at fáa útisetar okkara heimaftur, mugu vit eisini tryggja teimum møguleikan at seta búgv í Føroyum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *