Veðrið skal vera einasta avmarking hjá útróðrinum

Útróðrarflotin skal kunna fiska frítt, tí náttúran regulerar hann longu. Útróðurin er bæði livibreyð og mentanararvur.

Útróðrarflotin er í eini serstøðu samanborið við størri skipini. Har tey stóru skipini kunnu fiska eftir fastløgdu kvotum og dagatali, tí tey ikki eru eins bundin av veðri og streymi, er útróðrarflotin beinleiðis avmarkaður av náttúruni.

Útróðurin er, umframt at vera inntøkuleldan hjá útróðrarmonnunum, eisini ein partur av okkara mentan. Tí eigur veður og streymur at vera tann einasta avmarkingin fyri útróðurin – ikki politiskt ásettar kvotur ella aðrar reguleringar.

Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *